Pappírsbjálving

Vit hava loysnina, um tað er ov dýrt at fáa handverkara at bjálva húsini
Vit veita Isonem-útgerð til teirra, ið ‘vilja gera tað sjálv’.
Pappírsbjálving er burðardygg, umhvørvisvinarlig, orkusparandi og samstundis skjót og løtt at brúka. Tú skalt bara gjalda tað tilfarið, ið verður brúkt av papísbjálvingini, og hon kostar 45 kr. fyri fermerurin.

Eru húsini illa bjálvað, kanst tú skjótt og lætt gera tað við at leiga útgerðina frá okkum. Við okkara útgerð sleppur tú til har, tað er trongt at bjálva. Tað er skjótt og ómaksleyst at arbeiða við.

Papírsbjálving andar væl og virkar líka væl sum annað bjálvingstilfar. Í roynd og veru er papírsbjálving meiri umhvørvisvinarlig enn annað bjálvingartilfar. Heili 86 prosent av
pappírsbjálving eru endurnýtslutilfar, og hon heldur rættiliga leingi. Sí pyramidu yvir byggitilfar, sum er grønast.