Ringa inniluft?

Vaknar tú við turrum hálsi, nøs ella ilt í høvdinum, kann atvoldin vera vánalig inniluft hjá tær. Tá er gott við ventilatión, sum reinsar luftina fyri ósunnum partiklum og vætu. 

Fyrimunir við ventilatión:

  • Ventilatiónin reinsar ósunnar partiklar úr luftini, m.a. støv, blómusáð, hár av
    húsdjórum, bakterium og vætu, ið setir seg í ventilatiónsskipan, rør og filtur. Partiklarnir kunnu gerast til blámusopp, ið kann elva til ovurviðkvæmi og ampa fyri tey, sum eru í húsinum/virkinum.

Ventilatiónin skal reinsast uml. 4. hvørt ár:

  • Filtri skal skiftast uml. 1-2 fer um árið , men tað er eisini umráðandi at reinsa ventilatiónina fyri at halda luftina reina. Tá nógvir partiklar samlast í rørunum, missir ventilatiónin sín virkna. 

Vit hava gjørt íløgur í góða útgerð til at reinsa allar ventilatiónskanalirnar. Tá ið vit reinsa, brúka vit kustar, ið mala runt fyri fáa alt støvið leyst. Samstundis brúka vit ein serligan støvsúgvara við kompressara til at fáa alt støvið út. 

 Vit leggja ventilatión og gera viðlíkahald:

    • Skifta fyltur
    • Reinsa ventilatiónina
    • Stilla ventilatiónina

Hvussu ofta?

Ventilatiónin skal helst reinsast triðjahvørt ár, alt eftir støvnøgdini, ið samlast á ventilatiónsventilinum. Sæst støv rundan um ventilatiónsventilin, er tíð at reinsa. Tað er eisini umráðandi at skifta filtrið rætt. Er tað er skeivt ísett, kann støv og annað seta seg á vekslaran. Hetta ber í sær, at støvið fer í luftina, ið verður blást inn í húsið.

Fyrimunur við at reinsa ventilatiónina

  • Betri inniumhvørvi: Fyri veður eru vit í Føroyum eru nógv inni inni. Vit geva 2,5 litrar av vatni av okkum um dagin inni í húsinum. Tì er umráðandi at halda ventilatiónina reina fyri at hava sunt inniumhvørvi.
  • Longri livitíð og sparing: Regluligt viðlíkahald av ventilatiónini og ventilatiónskanalunum hevur við sær, at ventilatiónsskipanin heldur longri, tí hon skal arbeiða minni fyri somu nøgd av luft. Eitt ár frameftir gevur hetta eisini orkusparing, tí
    at ventilatiónen skal arbeiða nógv minni fyri somu luftnøgd.
  • Minni óljóð: Ein rein ventilatiónskipan minkar óljóð, tí
    hon skal arbeiða minni fyri somu luftnøgd.

Ventilatiónsreins hjá virkjum og skipum

Nógv virkir gloyma, hvussu umráðandi tað er við góðari luft. Betri inniklimaið er, betri er trivnaðurin á arbeiðsplássinum, og færri eru sjúkradagarnir. Tí er umráðandi at reinsa ventilatiónina regluliga.

Vit orka at reinsa fyri tykkum, so tit fáa hugsað um tykkara arbeiði.

Vit orka fyri vinnuna.

Vit bjóða okkara tænstur til vinnuna eisini. Millum annað reinsa vit:

• Ventilatión á skipum og virkisbygningum
• Reinsa klædning á bygningum
• Reinsa skorsteinar
• Reinsa tak, takrennur, tún, garðar, parkeringpláss o.a.
• Leiga útgerð út til bjálving