So kunnu vit endiliga kunngera, at vit eru tey einastu í Føroyum, sum eru limir í danska Skorstensfejerlauget.
Tað merkir, at vit nú kunna fáa alla neyðuga og viðkomandi vitan um skorsteinsøkið og sleppa til reglulig skeið o.a, so vit kunna vera fremst á hesum øki í Føroyum og veita uppaftur betri tænastu.
Og í næstum fara vit at hava útbúnar skorsteinssóparar í okkara fyritøku.