Skorsteinsreins

Vit orka at reinsa skorsteinin fyri teg

Tað er sera umráðandi at reinsa skorsteinin, so rennisót og glassót ikki setir seg fast í skorsteinin. Er skorsteinurin bundin í brenniovn ella peis, ella er oljufýr sett til, má reinsast javnan fyri at fyribyrgja, at eldur, ið stendst av glanssót, ikki kemur í skorsteinin.

Glanssót kemst av, at skorsteinurin er ov stórur og óbjálvaður, so her kann verða neyðugt við fóðring.

Rennisót kemur, um kondens er í skorsteininum. Tað blandast við sótleivdir, ið síðan spríkir
ígjøgnum fugur, múrsteinar og betong í skorsteininum. Tekin um hetta eru myrkir plettar, súrur luktur og mislittir veggir inni og uttan á skorsteininum.

Ymist er, hvussu skorsteinar dálka. Tí kann vera gott at fáa ein kønan at hyggja at skorsteininum og siga, hvussu ofta tørvur er á at reinsa skorsteinin.

Tørvar tær Hatt, Krans ella luku?

Vit hava hattar, lúkur og kransar til ymsan tørv.

Reinsilúka: Okkara reinsilúka er galvanserað, hon hóskar væl til allar skorsteinar og heldur í fleiri ár. Dygd frá donsku fyritøkuni Termatech.

Hatt til skorsteinin: Verjur fyri, so at fuglur ikki sleppur til at byggja reiður, at tað ikki slær niður,
ella trupulleikar standast av uppdrift.
Vit hava millum annað:

PG-hattur: Fyribyrgir, at fuglur sleppur til, rustar ikki og hóska til føroyska veðurlagið.
Royksúgvari: Sýgur allan roykin út, um trupulleikar eru við uppdrift.
Roto Went Dragon-hattur: Arbeiðir alla tíðina ímóti ættini, so at tað ikki slær niður

Kransar: Polysan (kaminent)-kransur snøggar skorsteinin, og verjur fyri, at vatn ikki kemur
ímillum á skorsteininum.

Fóring

Treingir skorsteinurin til fóring ?

Hava tit hava trupulleikar av rennisóti, ella at kaminan kondensar, so hava vit loysnina.
Tað vísir seg, at alsamt fleiri hava trupulleikar av rennisóti. Hetta kemst av, at kaminan er ov køld. Yvirhøvur er neyðugt at fóðra kaminuna, tá ið ketilin verður skiftur, tí at teir nýggju ketlarnir geva ikki sama hita frá sær sum teir gomlu. Við eini fóðring sparir tú umleið 10-15 prosent í olju sambært útrokningum.

Tvey sløg eru av sóti: rennisót og glanssót.

Rennisót kemur, um kondens er í skorsteininum. Tað blandast við sótleivdir, ið síðan spríkja
ígjøgnum fugur, múrsteinar og betong í skorsteininum. Tekin um hetta eru myrkir plettar, súrur luktur og mislittir veggir inni og uttan á skorsteininum.

Rennisót kann koma, um skorsteinurin ikki er vardur fyri regni, er illa isoleraður, er ov stórur, ella um tú brúkar vátt brenni.

 

 

 

 

Rennisót fært tú ikki reinsað burtur, tá ið skaðin er hendur, men tú kanst fyribyrjga rennisót við at reinsa javnan, fóðra skorsteinin og kynda rætt.

Glanssót, harafturímóti, er sera eldfimt og kann økja um vandan fyri eldsbruna í skorsteininum.
Glanssót kann koma, um skorsteinurin er ov stórur, ikki er fóðraður. ella um tú hevur brenniovn ella peis og kyndir skeivt.

Vandi fyri øktum glanssót er, um skorsteinurin ikki verður viðlíkahildin, ella tá ið tú brúkar brenniovn skeivt.

Vit ráða tykkum til at reinsa skorsteinin javnan. Ymist er, hvussu skorsteinar dálka. Tí kann tað vera gott at fáa ein kønan at hyggja at skorsteininum og siga, hvussu ofta neyðugt er at reinsa.

 

Klæða skorstein

Ábøtur ella hampast? 
Krevur skorsteinurin ábøtur tí hann lekur, ella skal hann bara hampast? 
Vit klæða skorsteinin við timbri, aliminimun ella øðrum. Ring og bið um eitt tilboð.

Nýggjan skorstein?

Vilt tú hava nýggjan skorstein, so seta vit eisini skorsteinar upp, bøði til ketlar og brenniovnar.

Tey, ið skifta til jarðhita ella hitapumpu og ikki brúka skorsteinin longur, so taka vit eisini skorsteinar niður fyri at fáa betri pláss í húsunum og burturbeina teir. 

Ring og bið um tilboð frá okkum. Vit orka!