Skorsteins Reins

Vit eru einasta felagið í Føroyum sum eru limir í skorsteinsfejerlauget og tað gerð at vit hava tætt samband og útbúgvar sparring partnarar at lena ukkum uppímóti

Verður skorsteinurin reinsaður javnan, er tað við til at minka um nøgdina av sót í skorsteininum. Tað eru tvey sløg av sót. Rennisót og glanssót.

Rennisót kemur av at kondensurin í skorsteininum verður blandaður við sótrestum. Múrsteinarnir á skorsteininum súgva hesa skitnu vætuna í seg, og við tíðini kemur súrur luktur og brúnir blettir á uttaru síðuna á skorsteininum.

Rennisót kann koma, um skorsteinurin ikki er vardur fyri regni, er ov illa isoleraður, er ov stórur ella um ein brúkar vátt brenni. Rennisót ber ikki til at reinsa burtur, tá skaðin er hendur, men ein kann fyribyrjga rennisót við at reinsa javnan, fóðra skorsteinin og kynda rætt.

Glanssót, harafturímóti, er sera eldfimt og kann økja um vandan fyri eldsbruna í skorsteininum. Glanssót kann koma, um skorsteinurin er ov stórur, ikki er fóðraður ella um tú hevur brenniovn ella peis og kyndir skeivt. Serliga er vandi við øktari glanssót, um skorsteinurin ikki verður viðlíkahildin ella tá ein nýtir brenniovn á skeivan hátt.

Tí eru ráðini tey: Reinsið skorsteinin javnan. Ymiskt er, hvussu skorsteinar dálka. Tí kann vera gott at fáa ein kønan út at hyggja eftir skorsteininum og vegleiða, hvussu ofta tørvur er á reinsi.

Um ein hevur brenniovn er umráðandi, at kynda rætt við t.d. at seta eld á ovasta brenni og lata eldin brenna uppi frá og niður - Bert brúka turt træ, og ikki lýsingarbløð, viðgjørt træ o.a. - Syrg fyri, at ríkiligt av luft sleppur til og skrúva fyrst fyri luftini, tá eldslogin er vorðin ljósari - Roykurin , ið kemur úr skorsteininum, skal vera klárur á liti.